Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, mátti í gjár viðganga, at andstøðan í landinum, sum í yvir 20 ár hevur verið í stríði móti honum, hevur sigra í lokalvalunum í Istanbul og øðrum størri býum í landinum.
Tá næstan allar atkvøðurnar á valinum sunnudagin vóru taldar, var greitt, at størsti andstøðuflokkurin, republikanski fólkaflokkurin CHP, umframt teir stóru býirnar, eisini hevur vunnið seg fram í stórum pørtum av asiatiska partinum av landinum, skrivar AFP tíðindastovan.
Tað er í hesum partinum av landinum, at konservativi islamski AKP-flokkurin hjá Recep Tayyip Erdogan hevur havt sína styrki.
- Tíverri hava vit ikki fingið tað úrslit, sum vit ynsktu, segði Erdogan á eini samkomu fyri stuðlar sínar nakað eftir midnátt.
Umframt Istanbul við 16 milliónum íbúgvum, hevur CHP-flokkurin eisini fingið borgarstjóran í høvuðsstaðnum Ankara, í Adana, Bursa og Antalya. Og hóast andstøðan er spjadd, er tað CHP-flokkurin, sum er vinnarin á valinum.
Ritzau skrivar, at politiskir eygleiðarar meta hetta sum størsti ósigurin hjá Erdogan og hansara flokki, síðan flokkurin kom til valdið í 2002.
Nógv halda, at ovurstóra inflasjónin á 67 prosent og niðurskrivingin av turkiska liranum er viðvirkandi til, at tað hevur gingið afturá fyri AKP.
Ekrem Imamoglu var ikki bara afturvaldur sum borgarstjóri í Istanbul. Hann er nú millum favorittarnar at gerast forseti Turkalands til valið í 2028 (Mynd: EPA)
Erdogan sjálvur kallar valið eitt “umskifti”, og hann lovar at “virða avgerð tjóðarinnar”.
Isanbul er heimbýur Erdogans. Tað var her, politiska leiðin hjá honum byrjaði, og har hann miðskeiðis í nítiárunum var borgarstjóri.
Á kommunuvalinum í 2019 vann Ekrem Imamoglu frá CHP eftir klandur og kegl borgarstjórasessin, og hann er síðan blivin afturvaldur.
Erdogan royndi í vikunum upp til lokalvalið at føra valstríð fyri at fáa valdið á býnum aftur. Men veljararnir vildu tað øðrvísi.
Valið vísir, at 52 ára gamli Imamoglu nú er ein av favorittunum, tá tað í 2028 aftur verður forsetaval í Turkalandi. Erdogan hevur fyrr boðað frá, at hann ikki stillar uppaftur til ta tíð, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald