Uttanlands

Erdogan og Orbán hittast í Budapest

Á skránni á fundinum millum forsetan í Turkalandi og forsætisráðharran í Ungarn, eru verju- og trygdarmál

Erdogan og Orbán í Budapest í 2019 (Mynd: EPA)

Erdogan og Orbán í Budapest í 2019 (Mynd: EPA)

2023-08-20 13:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag hittast turkiski forsetin Recep Tayyip Erdogan og ungarski forsætisráðharrin Viktor Orbán í ungarska høvuðsstaðnum Budapest. Á dagsskránni er verju- og trygdarmál.

Hetta er fyrstu ferð síðan 2019, at turkiski leiðarin vitjar í Budapest.

Turkaland og Ungarn eru tey einastu limalondini í verjusamgonguni Nato, sum enn ikki hava góðkent svensku umsóknina um limaskap, og sigst, at londini hava eitt tætt samstarv um tilgongdina at góðkenna svenskan limaskap.

Á Nato-toppfundinum í Vilnius í juli varð avtala gjørd millum Turkaland, Svøríki og Nato um, at Turkaland skuldi góðkenna umsóknina hjá Svøríki um limaskap skjótast gjørligt.

Erdogan lovaði, at málið skuldi avgreiðast, tá turkiska tjóðartingið kemur saman aftur í oktober, og arbeiðið hjá ungarska tinginum byrjar 25. september. Ungarski uttanríkismálaráðharrin, Peter Szijjarto segði í vikuni, at talan bert er um ein tekniskan spurning, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder