Uttanlands

Erdogan og Putin vilja styrkja samstarvið

Turkiski og russiski forsetin hittust í gjár í russiska býnum Sotji

Turkiski forsetin Recep Tayyip Erdogan og russiski forsetin Vladimir Putin hittust í gjár (Mynd: EPA)

Turkiski forsetin Recep Tayyip Erdogan og russiski forsetin Vladimir Putin hittust í gjár (Mynd: EPA)

2022-08-06 12:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár hittust turkiski forsetin Recep Tayyip Erdogan og russiski forsetin Vladimir Putin í russiska býnum Sotji. Á fundinum samdust teir báðir um at styrkja samstarvið millum londini á búskapar- og orkuøkinum.

Turkaland er limur í Nato, og USA og ES hava sett í gildi hørð revsitiltøk móti Russlandi orsakað av krígnum í Ukraina, men hóast verandi avbjóðingarnar, vátta leiðararnir, at teir eru sinnaðir at menna samstarvið millum Russland og Turkaland.

Putin og Erdogan vilja eisini samstarva í stríðnum móti yvirgangsfelagsskapum í Turkalandi, verður sagt í felags fráboðan, sum Ritzau endurgevur.

Putin og Erdogan eru eisini vorðnir samdir um, at gjald fyri russiskt gass partvíst skal vera í rublum. ES-nevndin og fleiri ES-limalond hava annars áður avvíst at gjalda fyri russiskt gass í rublum.

Erdogan sigur, at hann heldur, at fundurin millum hann og Putin fer at lata upp fyri ein nýggjan kapittul í sambandinum millum Turkaland og Russland.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder