Uttanlands

Erdogan: Svøríki og Finnland hava ikki tikið neyðugu stigini

Turkiski forsetin hóttir við at enn einaferð at forða fyri royndini hjá teimum báðum norðurlendsku londunum at gerast partur av Nato

Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan (Savnsmynd)

Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan (Savnsmynd)

2022-07-19 09:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, hóttir enn einaferð við at forða royndini hjá Svøríki og Finnland í at gerast partur av verjusamgonguni Nato.

Turkaland var fyrst ímóti, at tey bæði norðurlendsku londini skuldu gerast partur av Nato, og var grundgevingin m.a., at tey stuðlaðu yvirgangsfelagsskapum.

Á Nato-toppfundi fyrst í hesum mánaðinum, har málið um svenskan og finskan Nato-limaskap varð umrøtt, heitti Erdogan á tey bæði londini um at gera meira fyri at stríðast móti yvirgangi, og hann endurtekur nú, at Turkland fer at forða fyri tilgongdini, um londini ikki taka tey neyðugu stigini fyri at lúka treytirnar fyri innliman.

Tað krevst undirtøka frá øllum verandi Nato-limalondunum, um eitt nýtt land skal innlimast í felagsskapin, og fyri tveimum vikum síðani varð avtala gjørd um, at innlimingartiltongdin kundi halda fram. Limaskapurin skal síðani góðkennast í teimum einstøku londunum, og tann tilgongdin fer at taka fleiri mánaðir.

Avtalan inniber m.a., at Svøríki og Finnland lova ikki at stuðla kurdisku rørslurnar YPG og PYD. Turkaland hevur eisini kravt, at Svøríki og Finnland skulu úflýggja 73 persónar, sum Turkaland sigur vera yvirgangsfólk, so teir kunnu verða rættarsøktir í Turkalandi. Fyrr í hesum mánaðinum vildi svenski forsætisráðharrin, Magdalena Andersson tó ikki siga, um Svøríki hevði gjørt avtalu við Turkaland um útflýggjan, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder