Uttanlands

Erdogan: Tíðin er komin til ítøkilig úrslit

Samráðingar millum Ukraina og Russland eru í Istanbul í hesum døgum, og tað er upp til báðar partar at fáa steðgað hesum sorgarleikinum í Ukraina, sigur turkiski forsetin

Turkiski forsetin, Recep Erdogan er vertur fyri samráðingunum í Istanbul (Savnsmynd)

Turkiski forsetin, Recep Erdogan er vertur fyri samráðingunum í Istanbul (Savnsmynd)

2022-03-29 11:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Turkiski forsetin, Recep Erdogan, sum er vertur fyri friðarsamráðingum millum Russland og Ukraina í Istanbul, segði við semingsmenninar í dag, at framstig í hesum samráðingunum kunnu slóða fyri einum toppfundi millum Vladimir Putin og Volodymyr Zelenskyj, forsetar í ávikavíst Russlandi og Ukraina.

– Tíðin er komin til samráðingar, sum skapa ítøkilig úrslit. Tað er upp til báðar síður at steðga hesum sorgarleikinum, segði hann sambært Ritzau.

Fyrr í vikuni segði Erdogan, at Russland og Ukraina hava fingið semju um fýra av seks punktum í samráðingunum. Tað snýr seg m.a. um, at Ukraina ikki fer uppí Nato, og russiskt mál í Ukraina.

Keldur tætt við samráðingunum siga, at Russland ikki longur krevur eina "avnasifisering" av Ukraina, og Russland fer møguliga eisini at góðtaka, at Ukraina gerst partur av ES, so leingi talan ikki verður um hernaðarligt samstarv.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder