Hesa vikuna hevur turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan tosað í telefon við russiska forsetan Vladimir Putin, og ukrainska forsetan Volodymyr Zelenskyj, og hevur hann enn einaferð boðað teimum báðum frá, at hann er til reiðar at vera semingsmaður í samráðingum millum lond teirra.
Tað var mánadagin, at Erdogan tosaði við Putin, og tá segði hann, at hann kundi finna eina semju um varandi frið millum Russland og Ukraina.
Fríggjadagin tosaði Erdogan við Zelenskyj, og gav hann ukrainska forsetanum sama tilboð.
Í samrøðu sínari við Putin umrøddi Erdogan m.a. eisini møguleikan fyri enn einum fangabýti millum Russland og Ukraina, útflutning av korni úr Ukraina umvegis Svartahavið, og útflutning av mati og øðrum vørum úr Russlandi, skrivar Reuters.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald