Uttanlands

Erdogan: Ukraina skal hava alt landið aftur

Tað er eingin ivi um, at Ukraina skal hava økini aftur, sum Russland hevur tikið, sigur turkiski forsetin, sum ikki heldur, at ein innrás kann rættvísgerast

Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan sigur, at Russland m.a. eigur at lata ukrainum Krim-hálvoynna aftur, sum Russland hertók í 2014 (Savnsmynd)

Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan sigur, at Russland m.a. eigur at lata ukrainum Krim-hálvoynna aftur, sum Russland hertók í 2014 (Savnsmynd)

2022-09-21 07:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um friður nakrantíð skal vera í Ukraina, skal Russland lata alt landið aftur, sum tað hevur tikið frá Ukraina.

Tað sigur turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan í samrøðu við amerikanska PBS.

Tá hann varð spurdur, um Russland skuldi sleppa at varðveita øki, sum tað hevði tikið, var stutta svar hansara:

– Nei. Uttan iva, nei.

Hetta er eisini galdandi fyri Krim-hálvoynna, sum Russland hertók í 2014, og sum tað, sambært Erdogan eigur at lata "røttu eigarunum" aftur.

– Síðan 2014 hava vit tosað við kæra vinmann mín Putin um hetta, og tað er tað, sum vit hava kravt av honum, sigur Erdogan.

Turkiski forsetin sigur seg hava skilt, at Putin ynskir at enda kríggið í Ukraina skjótast gjørligt. Eisini sigur hann, at hann ikki heldur, at ein innrás kann rættvísgerast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder