Uttanlands

Erdogan umhugsar deyðarevsing

Nú stórur skógareldur herjar í Turkalandi, sigur turkiski forsetin, at revsingin fyri at seta eld á skógir eigur at verða herd

Recep Tayyip Erdogan, forseti í Turkalandi (Savnsmynd)

Recep Tayyip Erdogan, forseti í Turkalandi (Savnsmynd)

2022-06-26 10:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í 2004 varð deyðarevsing sett úr gildi í Turkalandi, men turkiska løgmálaráðið arbeiðir nú við at fáa deyðarevsing í gildi aftur.

Í løtuni herjar ein stórur skógareldur á turkisku strondini, og illgruni er um, at talan er um eldáseting.

Myndugleikarnir í Turkalandi siga, at teir hava handtikið ein persón, sum er undir illgruna, og hevur viðkomandi eisini játtað seg sekan.

Eldurin hevur oyðilagt 4.500 hektarar av skógi nærindis frítíðarøkinum Marmaris.

Eftir at hava vitjað økið fríggjadagin hevur turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan nevnt, at mann tørvar harðari revsing til brotsmannin.

Revsingin fyri eldáseting skal vera ræðandi, og um hetta hevur við sær, at tað skal vera deyðarevsing, so er tað deyðarevsing, sigur Erdogan sambært Ritzau.

Turkiski løgmálaráðharrin, Bekir Bozdag tulkar útsøgnina hjá Erdogan sum eini greið boð, og eru tey sostatt farin í holt við arbeiðið í løgmálaráðnum, sigur hann.

Í dag gevur tað í mesta lagi tíggju ára fongsul at seta eld á skógir. Er talan um skipað brotsverk, kann revsingin gerast lívlangt fongsul.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder