Uttanlands

Erdogan við nýggjum kravi til Svøríki

Ein nýggj lóg í Svøríki skal gera tað torførari at stuðla ella fíggja yvirgangsfelagsskapum, men so leingi stuðulsfólk hjá kurdiska PKK mótmæla í Svøríki, er lógin meiningsleys, sigur turkiski forsetin

Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan (Savnsmynd)

Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan (Savnsmynd)

2023-06-26 09:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um Turkaland skal góðkenna svenskan Nato-limaskap, skal Svøríki steðga mótmælum hjá stuðulsfólkum hjá kurdiska arbeiðaraflokkinum PKK.

Tað segði turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan í telefonsamrøðu við Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivara sunnudagin sambært altjóða miðlum.

Turkaland hevur higartil noktað at givið svium grønt ljós, tí at Svøríki skal eitast at stuðla limum í kurdiskum yvirgangsfelagsskapum, og skal Svøríki gerast limur í Nato, er neyðugt við undirtøku frá øllum Nato-limalondunum.

Svøríki hevur herfyri sett nýggja lóg í gildi, sum skal gera tað torførari at stuðla ella fíggja yvirgangsfelagsskapum. Harvið heldur svenska stjórnin, at hon hevur hildið sín part av avtaluni við Turkaland.

Men tað heldur Turkaland ikki. Lógarbroytingin hjá Svøríki, sum m.a. er tað, sum hevur verið mótmælt í Stockholm, er meiningsleys, so leingi sum PKK-stuðulsfólk mótmæla, sigur Erdogan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder