Mentan

Erik Clausen deyður

Danski filmsleikstjórin, sjónleikarin og gyklarin gjørdist 82 ára gamal

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-10-30 17:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danski fjøllistamaðurin og filmframleiðarin, Erik Clausen, er deyður, 82 ára gamal. Hetta hendir eftir at hann í longri tíð hevur verið sjúkur, upplýsir familjan fyri Ritzau tíðindastovuni.

Erik Clausen var filmsleikstjóri, sjónleikari, myndlistamaður og tónleikari – ofta var hann eisini róptur gyklari.

Hann ser eitt nú kendur frá filminum “Midt om Natten” har hann arbeiddi saman við Kim Larsen, og “Den store badedag”, og í samstarvinum við Leif Sylvester Petersen í fyrsta filmi hansara, “Cirkus Casablanca” frá 1981, skrivar dr.dk.

Í fjør fekk Erik Clausen serlgan heiður, tá Bodil-virðislønirnar vórðu latnar.

Seinasti filmurin hjá Erik Clausen, sum hann skrivaði, leikstjórnaði og spældi við í, var “Aldrig mere i morgen” frá 2017. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder