Uttanlands

Erik Jensen farin úr grønlendska landsstýrinum

Ónøgdur við leiðslustílin hjá Kim Kielsen – vil nú vera Siumut-formaður

Erik Jensen

Erik Jensen

2019-11-22 18:06 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Enn einaferð ridlar tað undir landsstýrissamgonguni hjá Kim Kielsen í Grønlandi.

Í dag boðaði landsstýrismaðurin við ráevnis- og arbeiðsmarknaðarmálum, Erik Jensen, frá, at hann gevst sum landsstýrismaður.

Við Sermitsiaq sigur hann, at hann nú aftur gerst vanligur limur í landstinginum og verður eisini aftur vanligur kommunustýrislimur í Qeqqata kommunu, har Sisimiut er høvuðsbýur.

Men hann segði eisini, at hann nú fer at fyrireika seg til valstríðið til at gerast formaður fyri Siumut-flokkin til landsfundin í summar.

Orsøkin er, sigur hann, ósemja um tær avgerðirnar sum verða tiknar í landsstýrinum og arbeiðslagið har.

Erik Jensen hevur í eina tíð verið ónøgdur við leiðslustílin í landsstýrinum.

-Eg haldi, at at tað er tørvur á breiðari samstarvi í grønlendskum politikki, og tað er tað, eg nú vil arbeiða fyri, sigur Erik Jensen.

Ónøgdin hjá Erik Jensen yvir stílin hjá Kim Kielsen gjørdist almenn í summar, tá hann var ein av sjey limum í Siumut, sum alment kunngjørdu, at tey vóru ónøgd við floksformannin og landsstýrisformannin, Kim Kielsen.

Kim Kielsen hevur áður boðað frá, at hann fer at leggja frá sær sum floksformaður á landsfundinum hjá Siumut í summar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder