2021-06-25 19:47
Mánadagin 28. juni fer Sam á beding fram til viku 28, og í hesum tíðarskeiðnum fer Erla Kongsdóttir at røkja siglingina á leið 56.
Siglt verður eftir galdandi ferðaætlan, meðan Sam er á beding, og Erla kann taka akfør við, skrivar Strandferðslan, sum vísir til bilraðirnar á Syðradali og í Klaksvík.
Ternan ger eisini farmatúrar hvønn týsdag og hósdag, og siglt verður av Klaksvík klokkan 11 og av Syðradali klokkan 13.
Erla Kongsdótti siglur túrarnir av Havnini klokkan 12.30 og úr Nólsoy klokkan 13 á leið 90 týsdagar og hósdagar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald