Innanlands

Erla Kongsdóttir á Nólsoyarleiðina

Bráfeingis eftirlit av sløkkiútgerðini á Teistanum ger, at skipið má takast úr sigling. Erla Kongsdóttir røkir tí siglingina restina av degnum

(Savnsmynd: Sverri Eghom)

(Savnsmynd: Sverri Eghom)

2025-03-13 14:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Órógv er á leið 90 og leið 61 hjá Strandferðsluni, sum er siglingin millum Tórshavn og Nólsoynna og millum Gomlurætt og Hest.

Tí vegna bráfeingis eftirlit av sløkkiútgerðini á Teistanum má skipið takast úr sigling.

Bjargingarbáturin Arun hevur røkt siglingina nú tíðliga seinnapartin, og klokkan 16:20 fer Erla Kongsdóttir undir silgingina og røkir silgingina restina av degnum.

Av tí sama verður leiðin millum Gomlurætt og Hest ávirkað nakað. Fráferðin av Gomurætt klokan 17:05 og úr Hesti klokkan 17:20 er avlýst.

Fráferðin klokkan 19:05 av Gomlurætt og úr Hesti klokkan 19:20 verður seinkað umleið 30 minuttir, sigur Strandferðslan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder