Innanlands

Erla Kongsdóttir byrjar at røkja Hestleiðina í apríl

Eitt brek í einum gervi skal umvælast. Harvið verður tað Teistin, ið røkir siglingina á Hestleiðini næstu mánaðirnar

- Nú Sandoyartunnilin letur upp, verður siglingin millum Hest og Gomlurætt ein sjálvstøðug farleið. Erla Kongsdóttir fer væntandi at byrja í sigling á Hestleiðini í apríl mánaða (Mynd: Sverri Egholm)

- Nú Sandoyartunnilin letur upp, verður siglingin millum Hest og Gomlurætt ein sjálvstøðug farleið. Erla Kongsdóttir fer væntandi at byrja í sigling á Hestleiðini í apríl mánaða (Mynd: Sverri Egholm)

2023-12-20 14:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú Sandoyartunnilin letur upp, verður siglingin millum Hest og Gomlurætt ein sjálvstøðug farleið. Sum áður boðað frá verður tað Erla Kongsdóttir, ið fer at røkja Hestleiðina. 

Erla Kongsdóttir fer væntandi at byrja í sigling á Hestleiðini í apríl mánaða, eftir at eitt brek á einum av girunum er blivið umvælt. Fyrstu tíðina røkir Teistin siglingina á Hestleiðini. 

Allir túrarnir í víðkaðu ferðaætlanini á Hestleiðini eru tilkall. Møguligt verður nú hjá hestfólki at ferðast tíðliga um morgunin. 

Strandfaraskip Landsins

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder