2021-02-12 09:15

Tá Erla Kongsdóttir var á veg út til Nólsoyar hóskvøldið, mátti báturin venda við aftur stutt eftir, at hann var komin út um molan í Havn.
Strandfaraskip Landsins skrivar á heimasíðuna, at hjálp beinanvegin kom frá Havnar Bjargingarfelag, so tey átta ferðafólkini, sum vóru umborð, vórðu flutt til Nólsoyar við Tanum.
Kavarar staðfestu seinni, at ein endi var komin um skrúvuna. Trupulleikin er loystur, og í dag siglir Erla aftur eftir ferðaætlanini.
(Mynd: Strandferðslan)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald