Innanlands

Erla Kongsdóttir og Ternan gera eykatúrar millum Havnina og Skopun

Erla Kongsdóttir og Ternan gera eykatúrar millum Havnina og Skopun seinnapartin

(Mynd: Bjartur Vest)

(Mynd: Bjartur Vest)

2021-06-03 12:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Erla Kongsdóttir og Ternan fara at gera eykatúrar millum Skopun og Havnina seinnapartin. Hesum boðar Strandferðslan frá á heimasíðuni.

Hasfjord, sum bar við land í morgun, siglir fyribils ikki restina av degnum, og eftir ætlan skuldi Ternan sigla eftir galdandi ferðaætlan á leið 60 restina av degnum. Orsakað av eldsbrunanum í Sandoyartunlinum steðgaði løgreglan fyribils allari ferðslu, men eykatúrar millum Havnina og Skopun verða gjørdir seinnapartin.

Erla Kongsdóttir, sum annars røkir Nólsoyarleiðina, siglir soleiðis seinnapartin:

13:20: Tórshavn - Skopun

14:00: Skopun - Tórshavn

Strandferðslan boðar frá, at bert ferðafólk sleppa við.

Eisini Ternan ger eykatúrar soleiðis:

13:00: Skopun - Tórshavn

Bert ferðafólk og persónabilar sleppa við henda túrin

14:15: Tórshavn - Skopun

Bert ferðafólk og akfør við neyðsynjarørindum til Sandoynna sleppa við henda túrin.

Dagførd kl. 12.57

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder