Innanlands

Erla Kongsdóttir hevur tekniskar trupulleikar

Er júst sett inn í siglingina til Kalsoynna meðan Sam er á beding

(Savnsmynd: Bjartur Vest)

(Savnsmynd: Bjartur Vest)

2022-09-06 08:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nýggjasta farið hjá Strandfaraskipum Landsins, Erla Kongsdóttir, liggur svínabundin á Klaksvík við tekniskum trupulleikum í løtuni.

Í gjár varð Erla Kongsdóttir sett inn í siglingina millum Klaksvík og Syðradal, tí 47 ára gamli Sam skuldi á beding í tvær vikur.

Í morgun er Tjørnunes sett í siglingina um Kalsoyarfjørð.

Um middagsleitið í dag siglir Ternan ein farmatúr millum Klaksvík og Syðradal. Meðan Ternan verður tikin úr siglingini til Nólsoyar, var ætlanin at Erla Kongsdóttir skuldi gera ein túr millum Havnina og Nólsoy, men tann túrurin verður av ongum í dag, upplýsir Strandferðslan á heimasíðuni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder