Innanlands

Erla Kongsdóttir nú skrásett í Føroyum

Nýggja avloysaraferjan er nú yvirtikin og skrásett í Føroya Skipaskráseting

2020-11-05 12:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nýggja strandfaraskipið, glastrevjatríkiljan Erla Kongsdóttir, er nú skrásett í Føroysku Skipaskrásetingini við kallimerkinum OW2019.

Erla Kongsdóttir er bygd á GS Marine bátasmiðuni á oynni Gurskøya í Sogn og Fjordane.

Sambært skrásetingini, er nýggja strandfaraskipið 26,5 metrar langt, 8 metrar breitt og stingur 3,2 metrar. Motorurin er ein 1.030 kW Volvo Penta.

Erla Kongsdóttir verður skjótasta ferjan í flotanum hjá Strandferðsluni. Ein túrur millum Havnina og Nólsoy tekur 12 minuttir.

Ætlanin er, at so skjótt sum Erla Kongsdóttir er komin til Føroya, skal hon setast í Nólsoyarsiglingina meðan Ternan er til klassingar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder