2021-12-11 14:37

Á seinasta túrinum úr Nólsoy fríggjakvøldið, kom brek á ein generator umborð á Ternuni, og Ternan er tí fyribils tikið úr sigling, og Erla Kongsdóttir røkir siglingina á leið 90 fyribils.
Staðfest er, at orsøkin er skammlop í generatorinum. Serkøn fólk eru í ferð við at taka generatorin úr skipinum, og skal hann í land at eftirhyggjast og umvælast. Væntandi tekur umvælingin nakrar fáar dagar - í ringasta føri eina viku, skrivar Strandferðslan á heimasíðuna.
Lagt verður afturat, at avmarkað pláss er til bilar, og at broytingar kunnu koma á leiðini seinnapartin vegna vánalig veðurlíkindi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald