Innanlands

Erlendur komin í kvartfinaluna í landafrøði-OL

Erlendur Háfoss skal royna at koma víðari í innleiðandi kappingini tá fjórðingsfinala verður í Aarhus seinni í hesum mánaðinum

Erlendur Háfoss (Mynd: Glasir)

Erlendur Háfoss (Mynd: Glasir)

2024-01-05 09:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Av 2800 næmingum, ið luttóku í geografi OL í Danmark, Grønlandi og Føroyum fyri jól, kom ein næmingur av Glasi víðari í kvartfinaluna.

Talan er um Erlend Háfoss úr 23v, skrivar glasir.fo.

Fjórðingsfinalan verður 18-19. januar í Aarhus. Her skal Erlendur Háfoss royna at koma sær víðari í innleiðandi kappingini. Semifinalur og finalur verða á DTU í Keypmannahavn í apríl mánaði í ár.

Vinnarin av innleiðandi kappingini um at sleppa við á altjóða olympisku leikirnar í landafrøði, sum verða í Dublin í august mánaði í ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder