2025-02-28 10:53

Í gjár varð boðað frá, at Dennis Holm varð loystur úr starvi sum landsstýrismaður í fiskivinnu og samferðslumálum, og sostatt tekur hann aftur sæti í Løgtinginum fyri Tjóðveldi.
Les eisini: Dennis Holm loystur úr starvi
Ein avleiðing av hesum er, at Erling Eidesgaard, sum hevur sitið á Løgtingi sum triðja varafólk fyri flokkin, síðan sitandi samgonga bleiv skipað, missir sín tingsess.
Erling Eidesgaard fekk 216 atkvøður á seinasta løgtingsvali.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald