
Erling Olsson er settur í starv sum leiðari fyri veitingareindina hjá Sunda kommunu.
Erling er 60 ára gamal og bleiv útbúgvin bilsmiður í 1983. Hann hevur starvast á Autoservice í mong ár, har uppgávurnar hava verið sera fjølbroyttar.
Erling kemur at samskipa røkt, viðlíkahald, nýgerð av øllum verklagsarbeiði og vatnverkunum í kommununi. Eisini kemur hann at taka aktivan lut í dagliga arbeiðnum hjá kommununi, skrivar Sunda kommuna í tíðinaskrivi.
Erling Olsson byrjaði í starvinum 1. september.
Andras Nybo, sum í mong ár var leiðari fyri veitingareindina, heldur á fram í toyminum, skrivar kommunan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald