Mentan

Ernst spælir við radiosymfoniorkestrinum í Frankfurt hesa vikuna

Avloysir solotrompetistin, sum varð raktur av korona. Nú við leinki til konsertina í kvøld

Ernst Remmel (Savnsmynd)

Ernst Remmel (Savnsmynd)

2022-02-10 07:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt av heimsins allarbestu symfoniorkestrum hevur ein føroyskan spælara við hesa vikuna.

Talan er um unga trompetspælaran, Ernst Remmel úr Havn, sum er biðin um at koma og hjálpa til hjá radiosymfoniorkestrinum í Frankfurt.

Tað er í sambandi við, at Ernst Remmel er í Týsklandi og fær undirvísing frá einum av heimsins bestu klassisku trompetistum, Reihnold Friedrich, at hesin kjansur uppstóð. Ernst lesur annars á musikkkonservatoriinum í Aarhus í Danmark.

Sum so nógva aðrastaðni í Evropa, verða eisini symfoniorkestur rakt av korona og sóttarhaldi.

Og í sambandi við at solotrompetisturin í orkestrinum varð smittaður, vendi orkestrið sær til Reinhold Friedrich og spurdi hann, um hann hevði ein næming, ið hann kundi viðmæla at koma og hjálpa orkestrinum hesa vikuna.

Og hann viðmælti unga føroyingin.

- Hetta er sum um tað var ein føroyskur fótbóltsspælari, sum var biðin um at spæla við Liverpool í eina viku, er tað onkur føroyskur tónleikastarvsfelagi, ið heldur.

Radiosymfoniorkestrið í Frankfurt, hvørs rætta navn er HR Sinfonieorchester, verður mett at vera millum heimsins bestu symfoniorkestur. 

Radiosymfoniorkestri hevur konsert klokkan 19 í kvøld. Undir leiðslu av Alain Altinoglu fer orkestrið at spæla verk eftir Hector Berlioz, Richard Wagner og Frank Bridge.

Leinkið er at finna her

(broytt kl. 12.45 - við leinki og upplýsing um koncertina í kvøld)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder