Innanlands

Eru blivin nógv meira tilvitað um ADHD seinasta árið

Bæði tilvit, vitan og viðurkenningin økist í samfelagnum, sigur ADHD felagið, sum fegnast um hetta

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-01-11 19:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hetta seinasta árið eru vit blivin nógv meira tilvitað um ADHD. Tað sigur ADHD felagið í ársfrágreiðing sínari fyri 2020, sum varð kunngjørd herfyri.

– Vit eru fegin um, at vit uppliva eina størri almenna tilvitsku um ADHD. Bæði tilvit, vitan og viðurkenningin økist í samfelagnum.

Men enn seta fólk ikki ADHD ella ADD í samband við still børn, vaksin, eldri, vællærd og viðurkend fólk, hóast summi teirra stríðast á annan hátt og hava óviðgjørt ADHD, sigur felagið, sum við at seta andlit á ADHD vilja halda fram við at økja um almennu vitanina komandi ár.

Sambært ADHD felagnum, ið vísir til tøl hjá Heimsheilsustovninum, WHO, hava 5 prosent av øllum børnum og 2,5 prosent av vaksnum ADHD.

Hetta merkir, at millum 500 og 1000 føroyingar enn ganga við óviðgjørdum ADHD, sigur felagið, sum heldur, at økta tilvitið fer at hava við sær, at tey, sum tørva hjálp, fara til útgreining og fáa staðfest ADHD.

Og bíðilistarnir til útgreining eru vaksandi. Tað vitnar um øktu viðurkenningina, tí viðurkenningin er treytin fyri, at søkt verður um hjálp.

Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur lovað, at bíðitíðin skal styttast, og fylgir felagið neyvt gongdini, tí sera langt er á mál.

Øll ársfrágreiðingin hjá ADHD felagnum kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder