
Sunnudagsskúli hevur ikki verið í eina tíð í Skálavík. Í fjør var ætlanin at byrja aftur, men koronufarsóttin broytti hetta. Júst farna sunnudag eydnaðist tó at koma í gongd aftur. Hetta skrivar Trúboðin á heimasíðu sínari.
Poul Jákup Thomsen, sum er formaður í Missiónshúsinum, sigur, at tað er ein góð kensla, at tað er hepnast, og greiðir frá, at Missiónshúsið bjóðaði øllum mammunum í bygdini til fundar, og hava mammurnar síðai átikið sær at skipa fyri Sunnudagsskúlaarbeiðinum.
- Vit eru sera heppin her í Skálavík, at eiga so nógvar megnar kvinnur, sum ikki eru bangnar fyri at fara til verka. Hesar kvinnurnar fara heilt vist at økja um trivnaðin í bygdini komandi árini
Við Trúboðan sigur formaðurin eisini, at annað nýtt virksemi er nú sett í gongd - millum annað var fyrsta føstuguðstænasta á skránni í gjárkvøldið, og aftaná vóru turrur fiskur, eplir, spik, kaffi og køkur at fáa í missiónshúsinum, og soleiðis verður komandi mánaðan. Eisini vera fyrilestrar um Ísrael á skránni eftir páskir, og í høvuðsheitinum hevur verið arbeitt við at fáa ymiskt virksemi upp at koyra, ið skuldi verið sett í gongd í fjør.
Mynd frá sunnudagsskúlanum sunnudagin (Trúboðin)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald