Uttanlands

Eru farin í gongd at koppseta fólk í Moskva

Tey, ið verða mett at vera í serligum vanda, eitt nú heilsustarvsfólk, sleppa fyrst framat

Sputnik V er eitt av koppingarevnunum, sum Russland hevur ment og góðkent (Mynd: Reuters)

Sputnik V er eitt av koppingarevnunum, sum Russland hevur ment og góðkent (Mynd: Reuters)

2020-12-05 13:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár byrjaðu fólk í Moskva at skráseta seg til koppseting við Sputnik V, ið er koppingarevnið móti covid-19, sum Russland hevur framleitt, og eftir ætlan verða tey fyrstu koppsett í dag.

Sputnik V er eitt av tveimum koppingarevnum móti covid-19, sum eru góðkend og ment í Russlandi, hóast hesi enn ikki hava verið ígjøgnum øll royndarstigini.

Tær royndir, sum eru gjørdar, hava tó víst, at Sputnik V hevur riggað á 92 prosent av teimum persónunum, sum hava fingið evnið. Sputnik V verður givið í tveimum umførum.

Í vikuni heitti russiski forsetin, Vladimir Putin á myndugleikarnir um at byrja at hópkoppseta, og samstundis varð upplýst, at mann hevði framleitt næstan tveir mió. skamtar av evninum.

Í Russiska høvuðsstaðnum Moskva eru 70 støð, har tey, ið hava skrásett seg á netinum, kunnu verða koppsett við Sputnik V. Persónar í sonevndum vandabólkum sum eitt nú heilsustarvsfólk sleppa fyrst framat. Restin fær møguleikan at verða koppsett ókeypis seinni.

Sambært Ritzau eru fleiri enn 2,4 mió. persónar staðfestir covid-19 positivir í Russlandi, og 42.200 teirra eru deyð.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder