Fleiri revsitiltøk eru setti í verk ímóti Russlandi seinastu tvey árini orsakað av krígsvirkseminum í Ukraina.
Tað er ivasamt, hvussu stóra ávirkan tey ymisku hava havt, men lond og samveldi í vesturheiminum gera nakrar royndir afturat nú. Eftir at Aleksej Navalnyj varð dripin í síðstu viku, hevur USA sett nøkur ting í verk og almennu atfinningarnar móti atferðini hjá stýri Putins eru vaksandi.
Nú kemur ES aftur við fleiri revsitiltøkum. Hesum boðar belgiski formansskapurin í evropeiska samveldinum frá á sosiala miðlinum X í dag.
Talan er um pakka nummar 13 við revsitiltøkum, síðani russisku innrásina í Ukraina 24. februar í 2022.
Sambært formansskapinum væntast ES at formliga góðkenna tiltøkini áðrenn tvey-ára dagin, sum er leygardagin - møguliga verður tað gjørt á sjálvum degnum.
Nýggju revsitiltøkini skulu, eftir ætlan, raka eini 200 fólk og eindir í Russlandi ella við tilknýti til Russlands.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald