ES-forsetin Charles Michel ætlar at stilla upp til ES-tingið. Tað segði hann við belgiska blaðið De Standaard um vikuskiftið.
Val til ES-tingið verður í juni, og tá skulu 720 tinglimir veljast, og verður Charles Michel valdur, má hann fara frá sum ES-forseti.
– Evroparáðið kann leggja til rættis og velja eftirmann mín síðst í juni ella fyrst í juli, sigur hann við blaðið.
ES-forsetin, sum verður valdur av stats- og stjórnarleiðarum í ES fyri eitt tíðarskeið á tvey og eitt hálvt ár, kann verða afturvaldur eina ferð. Michel hevur verið ES-forseti síðan 1. desember 2019, og embætistíð hansara varar fram til 30. november í ár, skrivar Ritzau.
48 ára gamli Charles Michel var forsætisráðharri í Belgia frá 2014 til 2019.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald