Uttanlands

ES-frágreiðing: Ov fáir dómarar í Danmark

Málsviðgerðartíðin fyri bæði sivilmál og revsimál gerst longri, tí har ikki eru nóg nógv fólk til at loysa uppgávurnar, sigur formaður hjá danska dómarafelagnum

Føroya Rættur (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Føroya Rættur (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-07-18 16:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sambært frágreiðing frá ES-nevndini, sum hevur hugt nærri at rættarskipanunum í ES-limalondunum, er Danmark ovast, tá tað kemur til óheftni hjá dómstólunum. Men tað lága talið á dómarum er ein avbjóðing.

Mikael Sjöberg, formaður í danska dómarafelagnum sigur, sambært Ritzau, at talan er um ein álvarsaman trupulleika.

Í løtuni sæst, at málsviðgerðartíðin fyri bæði sivilmál og revsimál gerst longri, og tað er av tí einfaldu orsøk, at har ikki eru nóg nógv fólk til at loysa uppgávurnar, sigur hann.

– Eg haldi veruliga, at ES-nevndin vísir á ein álvarsaman trupulleika.

Danmark hevur, sambært frágreiðingini hjá ES-nevndini, lægsta talið á dómarum fyri hvørjar 100.000 íbúgvar – 6,6 – og brúkar Danmark, sum hevur uml. 375 dómarar, 0,17 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni uppá rættarskipanina.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder