
Fríggjadagin samtykti ES fimta sonevnda revsipakkan móti Russlandi. Hesi tiltøk raka m.a. russiskan útflutning av koli og flogbrennievni.
Men ES-londini eru longu í ferð við at fyrireika sætta revsipakkan.
– Vit síggja krígsbrotsverk í Ukraina. Tí er tað umráðandi, at vit gera kríggið so kostnaðarmikið sum gjørligt fyri Russland gjøgnum revsitiltøk og vápnastuðul til Ukraina, sigur danski uttanríkismálaráðharrin, Jeppe Kofod við Ritzau.
Í dag skal Jeppe Kofod á fund við uttanríkismálaráðharrar í ES-londunum í Luksemborg.
ES-londini hava annars havt trupulleikar við at finna semju um umfatandi revsitiltøk á orkuøkinum, av tí at lond sum Týskland og Italia eru bundin av russiskari orku, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald