Uttanlands

ES ger klárt at at leingi freistina til Brexit

Theresa May fer aftur á fund við ES í kvøld

2019-04-10 08:01 Author image
Ari av Rana
placeholder

Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, fer enn einaferð til Brússel, har hon fer at fundast við leiðararnar í ES um Brexit.

Bretska tjóðartingið hevur atkvøtt ímóti hennara uppskoti um Brexit avtalu, og tí fer hon enn einaferð til Brússel um at biðja ES um at leingja freistina. Leiðararnir av hinum 27 londunum í ES skulu atkvøða fyri at leingja freistina, fyri at Stórabretland ikki skal úr ES uttan eina avtalu.

Væntandi fer ES at góðtaka at leingja freistina, men onkur krøv verða allarhelst sett. Ein fyribils niðurstøða er, at um bretar ikki hava hildið val til Evropa Parlamentið, so fara teir úr samveldinum av sær sjálvum tann 1. juni.

Theresa May hevur biðið um at fáa freistina longda til 30. juni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder