Uttanlands

ES hevur góðkent koppingarevnið hjá AstraZeneca

Fyrsta sendingin kemur væntandi til Danmarkar í aðru viku av februar – Evnið er nemmari at goyma enn onnur koronakoppingarevni, men tó er tað ikki líka munagott

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2021-01-30 12:09 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð boðað frá, at ES hevur góðkent enn eitt koronakoppingarevni.

Talan er um koppingarevnið hjá AstraZeneca, sum nú er góðkent til fólk, sum eru 18 ár og eldri.

Frammanundan hevur ES góðkent koppingarevnið hjá Pfizer og BioNTech og koppingarevnið hjá Moderna.

Statens Serum Institut sigur við DR, at fyrsta sendingin av AstraZeneca koppingarevni væntandi kemur til Danmarkar í aðru viku av februar.

Nemmari at goyma men ikki líka munagott

Koppingarevnið hjá Pfizer og BioNTech og koppingarevnið hjá Moderna eru bæði MRNA-koppingarevni, sum eru torfør at flyta og at goyma, av tí at tað skal goymast í 70 kuldastigum. Koppingarevnið hjá AstraZeneca skal tó ikki goymast so kalt, og tí er tað nemmari at býta út.

Hinvegin vísa fyrstu kanningarnar, at hetta koppingarevnið ikki er líka munagott sum hini. Koppingarevnið hjá AstraZeneca er um 60 prosent munagott, meðan koppingarevnið hjá Pfizer og BioNTech og koppingarevnið hjá Moderna liggur um 95 prosent.

Sambært BBC er tó eingin av teimum, sum fekk koppingarevnið hjá AstraZeneca, vorðin innlagdur ella álvarsliga sjúkur við korona.

Víst verður tó á, at har enn ikki er nóg nógv data um, hvussu væl koppingarevnið riggar á fólk, sum eru eldri enn 55 ár. Men tó verður mett, at koppingarevnið eisini riggar hjá hesum borgarum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder