
Seinastu tíggju mánaðirnar hevur ES útflutt yvir eina milliard skamtar av koronukoppingarevni.
Tað upplýsir forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, sum sigur hetta vera "ein tíðandi mílastein" í veitingini av koppingarevni til umheimin.
– Tað er sera greitt, at Evropeiska Samveldið er størsti útflytarin av koronukoppingarevni. Vit hava altíð deilt okkara koppingarevni rættvíst við restina av heiminum. Vit hava útflutt eins nógv og vit lata ES-borgarum, sigur hon sambært Ritzau.
ES hevur annars áður verið fyri atfinningum fyri at hava verið ov sein í veitingini og keypinum av koronukoppsetingum, tí at tey m.a. hava ligið aftanfyri USA og Stórabretlandi.
Í dag eru yvir 75 prosent av vaksnu borgarunum í ES liðugt koppsettir. Tó er neyðugt at hyggja útum ES-mørk, og hevur ES allatíðina lagt dent á útflutning, sigur Ursula von der Leyen.
Saman við USA miðjar ES ímóti at hava fingið 70 prosent av fólkinum í heiminum koppsett næsta ár. Eisini er ætlanin at lata í minsta lagi 500 milliónir skamtar til tey mest sárbæru londini komandi mánaðirnar, sigur hon.
Koppingarevni, sum er framleitt í ES, er higartil útflutt til fleiri enn 150 lond í øllum heimspartum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald