2020-08-20 12:22
ES hevur fullført innleiðandi samráðingarnar við týsku lívtøknisfyritøkuna CureVac, um at keypa 225 milliónir skamtar av einari møguligari koronu vaksinu, ið fyritøkan er í ferð við, at framleiða.
Tað boðar heilsu kommisserurin í ES, Stella Kyriakides frá, sambært tíðindastovuni Reuters.
ES og CureVac skulu nú samráðast um, at tryggja veiting av vaksinuni til øll 27 ES londini, um vaksinan vísir seg at virka.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald