Uttanlands

ES kallar inn til skundfund um covid-19-støðuna í Kina

Verður møguliga talan um at koronatesta ferðafólk úr Kina, eins og USA hevur gjørt

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-12-29 10:17 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nevndin fyri heilsutrygd hjá ES skal hittast til skundfund fyri at viðgera covid-19 støðuna í Kina. Hetta hendir eftir áheitan frá heilsunevndini hjá samveldinum.

Nevndin fyri heilsutrygd, ið er mannað av embætisfólkum í heilsumálaráðunum hjá teimum 27 ES-londunum, skal kjakast um og samskipa hvat ES-londini skulu gera, nú Kina hevur slept sínar koronaavmarkingar, og ein nýggj bylgja av covid-19 tilburðum nú herjar landið. Hetta skrivar Reuters-tíðindastovan.

- Heilsutrygdarnevndin hjá ES hittist fyri at tosa um covid-19-støðuna í Kina og møgulga fyri at samskipa tiltøk, skrivar heilsustýrið hjá ES-nevndini á Twitter.

Fundurin verður væntandi hildin í morgin, skrivar Reuters.

Fleiri lond, eitt nú USA, hava longu sett krøv um koronatest fyri kinesarar, sum koma til londini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder