Uttanlands

ES-kannar X og Musk fyri falstíðindi

Heimsins ríkasti maður hevur deilt eitt uppslag við norska forsætisráðharranum, sum vísti seg at vera falskt

Elon Musk (Mynd: EPA)

Elon Musk (Mynd: EPA)

2025-01-08 19:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað kann fáa avleiðingar fyri amerikanska ríkmannin, Elon Musk, sum skjótt verður partur av umsitingini hjá Donald Trump í Washington D.C., at hann á egna netmiðli sínum x.com, breiddi út falstíðindi um norska forsætisráðharran, Jonas Gahr Støre.

Ein talsmaður fyri ES-nevndina, Thomas Regnier, váttar fyri norsku NTB tíðindastovuni, at uppslagið hjá Musk nú verður ein partur av granskingini hjá ES um brot á galdandi regluverk viðvíkjandi talgildum fyriskipanum.

Uppslagið á X vísti eina mynd av Støre í samrøðu við ein annan amerikanskan ríkmann, Bill Gates, stovnara av Microsoft. Á myndina var sett eitt sitat frá Støre um, at tað er ørkymlandi, at Musk er farin at blandað seg upp í evropeiskan politikk.

Trupulleikin er bara tann, at tað er einki samanhang millum tekst og mynd, skrivar NRK.

Tað er rætt, at Støre er stúrin yvir, at Musk blandar seg upp í eitt nú bretskan politikk. Tað hevur hann sagt í samrøðu við NRK í hesi vikuni. Men møtið millum Støre og Bill Gates hendi fyri langari tíð síðani. Talan er tí um falstíðindi, sigur statsskrivarin hjá Jonas Gahr Støre, Kristoffer Thoner, og leggur afturat:

- Falstíðindi eru oyðileggjandi fyri eitt gott alment kjak, og er ein hóttan móti fólkaræðinum.

Tað var annars ein norðmaður, Erik Dale, sum gjørdi fyrsta uppslagið á X, sum Elon Musk víðarisendi.

Dale hevur síðan havt eina rætting á X har hann viðgongur, at tað ikki var rætt at brúka myndina, og at Gare í hesum sambandi ikki hevur ávarað Gates um Musk.

Rættingin hevur havt 56.000 vísingar, sum er minni enn eitt hálvt prosent av teimum yvir 12 milliónunum, sum hava sæð upprunaliga uppslagið, sum Musk eisini sendi víðari, skrivar norska Nettavisen.

ES-nevndin hevur boðað frá, at tey eru farin undir at granska X fyri brot á talgildar tænastufyriskipanir, sum vórðu kunngjørdar í 2023.

Thomas Regnier hevur fyri NTB váttað, at eisini brot á regluverkið í londum, sum ikki eru limir í ES, verða kannað. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder