Uttanlands

ES-kommisserur: Vit vilja hava Ukraina í ES

Á toppfundi í komandi viku hittast ES-leiðarar at umrøða Ukraina

Ukrainski forsetin hevur heitt á ES um at skundviðgerða umsóknina hjá Ukraina um ES-limaskap (Mynd: EPA)

Ukrainski forsetin hevur heitt á ES um at skundviðgerða umsóknina hjá Ukraina um ES-limaskap (Mynd: EPA)

2022-03-05 14:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í komandi viku hittast leiðarar í teimum 27 ES-londunum á toppfundi í franska høvuðsstaðnum París. 

Á fundinum skal Ukraina umrøðast, ikki bert orsakað av russisku innrásini, men eisini tí, at Ukraina hevur sent umbøn um at gerast limur í ES. Tað málið fer uttan iva at vera á dagsskránni, sigur Clément Beaune, evroparáðharri hjá Fraklandi sambært Ritzau.

Týsdagin, dagin eftir at umsóknin hjá Ukraina um ES-limaskap formliga varð handað, helt ukrainski forsetin, Volodimir Zelenskij eina røðu fyri ES-tinginum, har hann heitti á ES-londini um at loyva ukrainum uppí ES.

– Prógvið, at tit eru á okkara síðu. Prógvið, at tit ikki fara at sleppa okkum uppá fjall. Prógvið, at tit eru evropearar, segði Zelenskij m.a.

Sum skilst, eru tey í ES-tinginum jalig um umbønina hjá Ukraina, og fríggjadagin segði Maros Sefcovic, ES-kommisserur á tíðindafundi, at tað er uppá tíðina at senda ein sterkan og greiðan boðskap til ukrainska fólkið.

– Tað er uppá tíðina, at vit signalera, at ukrainska fólkið er eitt evropeiskt fólk, og at vit ynskja, at tey koma uppí ES skjótast gjørligt, segði hann.

– Tað er umráðandi at siga, at vit síggja tey fyri okkum í ES og við evropeiska borðið. Tíðin at umrøða gongdina kemur seinni. Beint nú er tað umráðandi at senda eitt greitt signal um, at vit síggja Ukraina sum eitt evropeiskt land og framtíðarlim av ES, legði hann afturat.

Ukraina er fátækasta landið í Evropa, og samstundis eitt av teimum størstu – bert Russland er størri. Um Ukraina, ið hevur uml. 44 milliónir íbúgvar, kemur uppí ES, verður tað millum størstu limalond í samveldinum. Bert Týskland, Frakland, Italia og Spania hava fleiri íbúgvar.

Volodimir Zelenskij hevur biðið um, at umsóknin hjá Ukraina um ES-limaskap verður skundviðgjørd, men ongar mannagongdir eru fyri skundviðgerð av umsóknum um limaskap í ES. Ukraina lýkur heldur ikki allar formligu treytirnar fyri at gerast limur í ES í mun til fólkaræði, búskap og rotinskap.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder