ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen, hevur í dag skrivað undir eina aftalu, sum er við til at styrkja um internetsambandið í teimum fjarastu økjunum í Grønlandi.
Hetta hendi á vitjanini á støðini Eutelsat OneWeb Satellite nærhendis Nuuk saman við Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformanni, og Mette Frederiksen, statsministara.
Við hesi avtaluni fer ES at lata yvir 9 milliónir evrur, góðar 68 milliónir krónur, sum skulu vera við til at tryggja fylgisveinaborið internet í Eystur- og Norðurgrønlandi komandi fimm árini.
Danmark er við í fíggingini av verkætlanini við 15 milliónum krónum, skrivar Ritzau.
Hetta er bert partur av ES-íløgunum, sum von der Leyen fer at avdúka undir vitjanini í Grønlandi, skrivar Ritzau.
Blaðið Financial Times hevur fyrr skrivað, at samlaða upphæddin verður 200 milliónir evrur – svarandi til um 1,5 milliardir krónur.
Í Grønlandi hevur verið gott internet í Nuuk og nærmastu økjunum, men í Norður- og Eysturgrønlandi er støðan ein heilt onnur. Hetta er ein trupulleiki, sum nú skal loysast við ES-hjálp.
Tað sigur Jonas Hasselriis stjóri í Tusass, almenna tele- og postfelagnum í Grønlandi.
- Vit vænta, at ferðin á internetinum fer at økjast úr 6 megabit til 15 megabit. Tað merkir, at møguleiki verður at stroyma, sigur Jonas Haesselris.
Íløgan fer eisini at økja um trygdina í Grønlandi, tí fylgisveinasamband gevur eina eyka samskiftislinju til tær bygdirnar, ið liggja mest avsíðis.
Í dag verður samskift gjøgnum eina radioketu, ið virkar sum ein tráðleysur motogverug at flyta internet og telefoni yvir langar leiðir. Ketan er sett saman av fleiri radiosentarum og móttakarum, ið eru settir upp á fjøllum fram við strondini.
- Um ketan slitnar, so hvørva býirnir og bygdirnar. Vi hesum sambandinum koma vit til at økja munandi um veitingartrygdina.
- Fyri tann vanliga brúkaran í eini gerandisstøðu, er tað av størst týdningi at fáa meira ferð á internetinum. Tað er stórur munur á, hvat ein kann fáa við 15 metabit í mun til 6 megabit, sigur Jonas Hassselriis við Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald