Uttanlands

ES nærkast fleiri revsitiltøkum móti Russlandi

Uttanríkisstjórin í ES vónar, at semja er funnin seinni í dag ella í morgin

Josep Borrell, uttanríkisstjóri hjá ES (Mynd: EPA)

Josep Borrell, uttanríkisstjóri hjá ES (Mynd: EPA)

2022-12-12 12:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

ES-londini hava higartil samtykt átta sonevndar revsipakkar við tiltøkum móti Russlandi í kjalarvørrinum á innrásini í Ukraina, og nú nærkast tey íES 9. revsipakkanum.

Uttanríkisstjórin hjá ES, Josep Borrell sigur, sambært Ritzau, at hann vónar at alt er komið uppá pláss seinni í dag ella í morgin. Framvegis eru ting, tey ikki hava fingið semju um.

Millum nýggjastu tiltøkini, sum eru sett í verk, er eitt prísloft á russiska olju, sum er 60 dollarar fyri eina tunnu – uml. 423 í okkara krónum – og forboð móti at innflyta russiska olju sjóvegis fyri flestu ES-lond.

ES hevur longu sett revsitiltøk í verk móti yvir 1.300 persónum og løgfrøðiligum eindum, sum hava tilknýti til Russland, og við nýggja revsipakkanum væntast ES m.a. at koyra fleiri nøvn afturat á svartalista.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder