Í fjør søktu uml. 966.000 fólk um friðskjól í ES-londunum umframt Noregi og Sveis.
Hetta er 50 prosent fleiri enn í 2021 og eisini hægsta talið síðan 2016.
ES metir, sambært DR, at partur av orsøkini til hetta er, at koronutiltøkini eru farin úr gildi, og óvissan viðvíkjandi matvørutrygdini og stríð í heimlondunum hjá teimum, ið søkja um friðskjól.
Meginparturin av teimum, ið søktu um friðskjól í ES, Noregi og Sveis í fjør vóru úr Sýria, Afganistan og Turkalandi.
Afturat teimum, ið søktu um friðskjól, tóku ES, Noreg og Sveis eisini ímóti uml. fýra milliónum flóttum úr Ukraina. Umsóknirnar hjá ukrainum vórðu viðgjørdar uttanfyri vanligu skipanina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald