ES-nevnd hevur skotið upp, at Ukraina kann gerast limur í ES við tí treyt, at Ukraina setur nakrar nýskipanir í verk.
Tað segði Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, á tíðindafundi í brússel fríggjadagin.
Men tað verður eingin skjótur vegur til limaskap fyri Ukraina. Eins og onnur lond skal Ukraina lúka nakrar ávísar treytir.
Í síðsta enda er tað tó ES-londini, sum avgera, um eitt land skal kunna koma uppí ES. Um Ukraina skal hava møguleikan at gerast ES-land verður eftir ætlan avgjørt á toppfundi í Brússel í komandi viku, skrivar Ritzau.
Ursula von der Leyen metir, at Ukraina lýkur 70 prosent av treytunum, men framvegis vanta átøk ímóti eitt nú korruptión.
ES-nevndarforkvinnan segði í gjár, at hon hevði fingið at vita frá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, tá hon vitjaði í Kyiv fyri nærum tveimum vikum síðani, at Ukraina hevði gjøgnumført hesar nýskipanir, hóast landið ikki hevði søkt um ES-limaskap.
Ursula von der Leyen væntar tí, at Ukraina fer arbeiða fyri at lúka treytirnar hjá ES, men við krígnum kann hetta vera ringt, ásannar hon.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald