ES fyrireikar í løtuni 10. pakkan við revsitiltøkum móti Russlandi, og væntast hann at vera klárur áðrenn 24. februar, sum er ársdagurin fyri russisku innrásina í Ukraina.
Tað segði Ursula von der Leyen, ES-nevndarforkvinna á tíðindafundi í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv í gjár.
Talan er um revsitiltøk, sum hava til endamáls at forða Russlandi í at fáa atgongd til tøkni, sum verður brúkt at framleiða dronur, sigur hon og leggur afturat, at ES fer at halda eitt vakið eyga við dronuframleiðsluni í Iran, sum áður hevur veitt russiska herinum dronur.
Í undanfarna pakkanum við revsitiltøkum var m.a. eitt útflutningsforboð fyri tilfar til flog- og rúmdarídnaðin. Hetta merkir, at lond, sum geva russum tøkni til framleiðslu av m.a. dronum verða rakt av revsitiltøkum. Hvørji tiltøk ítøkiliga verða partur av 10. pakkanum er ógreitt, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald