Uttanlands

ES og Bretland halda fram at samráðast

Brexit: Freistin var annars úti í dag

Ursula von der Leyen (Mynd: EPA)

Ursula von der Leyen (Mynd: EPA)

2020-12-13 12:17 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tíðarfreistin fyri samráðingunum um eina handilsavtalu millum ES og Stórabretland verður nú longd. Tað upplýsti Ursula von der Leyen, ES-nevndarforkvinna frá í Brússel í dag.

Fyrr í vikuni komu partarnir ásamt um at seta evstamark til í dag, sunnudagin 13. desember. Men henda freist verður nú longd.

Í fráboðan í morgun boðaði bretski uttanríkisráðharrin frá, at hann ikki fer at forða fyri at samráðingarnar halda fram, og hetta eru partarnir nú samdir um.

Um partarnir ikki koma fram til eina semju innan 31. desember, fer Stórabretland úr ES-samstarvinum uttan nakra handilsavtalu.

- Vit hava givið okkara samráðingarleiðarum heimild til at halda fram við samráðingunum fyri at vita um vit kunnu finna eina semju, hóast tað er langt útliðið, segði Ursula von der Leyen í dag.

Báðir partar hava fyrr sagt, at tað eftir øllum at døme verður eitt brexit uttan nakra avtalu, men hetta hevur av fleiri eygleiðarum verið fatað sum eitt samráðingarsnildi, skriva altjóða miðlar í dag. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder