Innanlands

ES og Bretland samráðast um nýggja avtalu

Brexit nærkast, og frestin fyri at ES-londini skulu góðkenna eitt møguligt uppskot nærkast av álvara

Boris Johnson roynir at fáa eina avtalu við ES í løtuni (Mynd: EPA)

Boris Johnson roynir at fáa eina avtalu við ES í løtuni (Mynd: EPA)

2019-10-16 10:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

31. oktober fer Bretland úr ES. Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, hevur fleiri ferðir gjørt greitt, at hetta fer at henda  - við ella uttan eina nýggja avtalu við ES.

Partarnir hava ikki havt ítøkiligar samráðingar seinastu tíðina, men nú nærkast, og sambært AFP-tíðindastovuni hava samráðingar millum ES og Bretland verið í alla nátt um eina nýggja brexitavtalu. BBC skrivar, at samráðingarnir eru aftur í gongd í morgun.

Kringvarpið skrivar, at samráðingarumboðið fyri ES, Michael Barnier, hevur sagt, at uppskot um avtalu skal liggja á borðinum í morgun. Orsøkin er, at toppfundurin hjá ES er á skránni komandi dagar. Hann byrjar í morgin, og har skulu limalondini hava møguleikan at góðkenna avtaluna.

Bretsku keldurnar vilja verða við, at tað er ikki so nógv, ið skilur partarnar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder