ES-leiðarar skulu í hesum døgum tosa við Karim Khan, ákara frá altjóða dómsstólinum í Haag um, hvussu partarnir kunnu samstarva um at kanna møgulig krígsbrotsverk í Ukraina.
Í dag hittir Khan uttanríkisstjóran í ES, Josep Borrell, og mánadagin verður fundur millum uttanríkismálaráðharrar í ES-londunum.
Fríggjadagin vitjaði forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen ukrainska býin Butja saman við Borrell. Í hesum býnum eru sivilfólk funnin dripin í hópgrøvum og á gøtunum.
– Um hetta ikki er eitt krígsbrotsverk, hvat er so eitt krígsbrotsverj, segði hon. Hon legði tó afturat, at kanningar skulu til, um málið skal fyri dómsstólin í Haag.
Ukrainska stjórnin leggur russiska herin undir at standa aftanfyri drápini, av tí at býurin var hersettur av russarum, áðrenn líkini vórðu funnin. Russiska stjórnin hevur tó víst hesum aftur, og vil hon vera við, at talan var um eina uppseting, sum hevur til endamáls at geva russarum skyldina.
Fríggjadagin varð ein tokstøð í býnum Kramatorsk eisini álopin. Tokstøðin var full við sivilum, sum bíðaðu eftir at verða flutt burtur. 52 fólk vórðu dripin, og nógv onnur vórðu særd.
ES hevur sambært Ritzau givið Ukraina 7,5 milliónir evrur (nærum 56 milliónir krónur) til at útbúgva ukrainskar ákærar í at kanna krígsbrotsverk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald