ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen sigur, at dronuhendingin í Leipzig í farna mánaði er eitt dømi um ein "nýggjan normal” í Evropa, nú Russland herðir støðuna.
Útsøgnin kom í Bruxelles í dag á einum felags tíðindafundi við Nato aðalskrivaran, Mark Rutte.
Fundurin var dagin eftir, at Týskland boðaði frá, at Russland var íblandað royndini at fremja eitt dronuálop á Leipzig/Halla floghavnina í farna mánaði.
- Hetta var eitt álop við tilfari av hernaðarligum slag, sum russiskir aktørar framdu á ES-jørð, segði von der Leyen.
Um atsóknin hevði eydnast, kundi tað ført til mist mannalív, staðfesti hon.
- Evropa og Nato vilja ikki bara varðveita trýsti á Russland. Vit koma til at økja um tað, og vit ætla ikki at støðga, segði hon..
Hon kallar hendingina fyri ein part av eini størri ætlan við fleiri hættisligum hendingum.
Mark Rutte, Nato-aðalskrivari, sigur í hesum sambandi, at Russland uppførir seg alsamt meira ‘fyrilitaleyst’.
Hendingin fór fram 4. august, tá ein drona við spreingievni varð funnin nærhendis einum ukrainskum farmaflogfari á Leipzig/Halle floghavnini.
Floghavnin er eitt av knútapunktunum í Evropa, tá talan er um loftvegis farmaflutning.
Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur víst skuldsetingunum aftur. Hann ákærir ístaðin Týskland fyri at hava ‘plantað prógv’ við tí endamáli at geva Russlandi skylduna.
Hesum hevur týski uttanríkisráðharrin, Johann Wadephul, víst aftur í dag, skrivar Reuters.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald