Uttanlands

ES-sendifólk kallað til fundar í Moskva

Avdúkingar um eiturálopið á Navalnyj fær nú diplomatiskar avleiðingar

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-12-22 12:13 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Russiska uttanríkisráðið hevur í dag kallað sendifólk úr trimum ES-londum til fundar fyri at vísa sína ónøgd yvir hvussu londini hava handfarið málið um eiturálopið á russiska andstøðupolitikaran, Aleksej Navalnyj.

RIA-tíðindastovan skrivar, at sendifólk úr Týsklandi, Fraklandi og Svøríki eru kallað til fundar í uttanríkisráðnum í Moskva.

Sambært AFP-tíðindastovuni hevur Russland boðað frá, at tað fer at svara aftur teimum tiltøkum, sum ES hevur sett í verk.

Starvsdstovur í trimum ES-londum staðfestu fyrr í ár, at Navalnyj var eitraður við nervaeitrinum Novichok.

Í oktober setti ES tiltøk í verk móti seks persónum, sum eru í starvi hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin. Hetta orsaka av drápsroyndini móti Navalnyj.

Russland hevur fleiri ferðir víst aftur, at tað hevði nakað við eiturálopið at gera.

Sambært amerikansku CNN-sjónvarpsstøðini hevur ein russiskur fregnartænastumaður frá FSB, avdúkað, hvussu roynt var at eitra Navalnyj í august.

Lesið: Løgdu Novichok í undirbuksurnar hjá Navalnyj 

Her kom fram, at roynt varð at drepa Navalnyj við at koyra Novichok í undirbuksur hansara. Hetta kom fram í eini telefonsamrøðu, har russiski loynitænastumaðurin trúði, at hann tosaði við ein av yvirmonnum sínum. Men í staðin var tað Navalnyj sjálvan, hann tosaði við.

CNN og granskandi miðilin, Bellingcat, skipaðu fyri samrøðini, har Navalnyj lat sum um hann var ein yvirmaður, sum varð settur at eftirkanna eituratsóknina. Og loynitænastumaðurin beit á. Samrøðan tók 45 minuttir, og sambært CNN, er hetta fyrsta beinleiðis prógv um, at russiska loynitænastan stóð aftan fyri atsóknina.

Í telefonsamrøðuni váttar maðurin sín samleika, og tað eydnast Navalnyj at fáa hann at greiða nærri frá málinum. Harvið kom tað eisini fram, at tað vóru undirbuksurnar, sum vórðu brúktar til at eitra hann. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder