Seinasta árið hevur ES í fleiri umførum sett revsitiltøk í verk móti Russlandi orsakað av innrásini í Ukraina, og í gjár, á ársdegnum fyri russisku innrásini, samdust ES-londini um tíggjunda pakkan av revsitiltøkum.
Hesi revsitiltøkini raka m.a. innflutningin av sonevndum dual use-vørum – vørur og tøkni, sum kann brúkast til bæði hernaðarlig og sivil endamál, og veitingina av dronum, sum skulu brúkast í krígnum.
Persónar og fyritøkur, sum stuðla Russlandi í krígnum ella spjaða propaganda, verða eisini rakt av resvisitiltøkunum, skrivar Ritzau.
Tað var fyrst í hesum mánaðinum, at Ursula von der Leyen, ES-nevndarforkvinna á tíðindafundi í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv boðaði frá, at nýggj revsitiltøk vóru ávegis. Tá væntaðust tey at vera klár áðrenn 24. februar. Nýggju tiltøkini skuldu góðkennast av øllum 27 ES-limalondum, og semja kom ikki í lag fyrr enn seint í gjárkvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald