2019-03-27 21:38
Seinnapartin í dag samtykti ES-tingið at banna m.a. tallerkar, bestikk, og súgvirør úr einnýtisplasti.
Endamálið er at minka um dálkingina av plasti í heimshøvunum. Avtalan kom longu í lag millum limalond, ES-komissjónina og tingið í fjør, men nú varð uppskotið endaliga góðkent.
Væntandi kemur nýggja plastforboðið í gildi í 2021, skrivar DR.
Við nýggja forboðnum hevur mann eisini sett eitt mál um, at 90 prosent av øllum plastfløskum verða innsavnaðar áðrenn 2029.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald