Uttanlands

ES-tingið vil avskaffa summar- og vetrartíð

Ein meiriluti í ES-tinginum atkvøddi í dag fyri at avskaffa summar- og vetrartíðina, men uppskotið er enn ikki samtykt av øllum limalondunum

Mynd: Visualhunt.com

Mynd: Visualhunt.com

2019-03-26 20:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag atkvøddi ein meiriluti í ES-tinginum fyri at avskaffa summar- og vetrartíðina. Øll ES-lond hava annars verið tvungin at stilla klokkuna hvørt hálva ár síðan 1980.

Men sambært ES-tinglimum skal tað frá ár 2021 vera upp til hvørt einstakt limaland, um tey ynskja at fylgja vetrartíðini ella summartíðini alt árið.

Men uppskotið um at avskaffa summar- og vetrartíðina skal eisini samtykjast av øllum limalondunum, og sum nú er hava tey flestu londini antin onga greiða støðu til málið, ella eru tey beinleiðis ímóti tí, skrivar DR.

Tað var ES-kommissjónin, sum kom við uppskotinum í fjør.

Sunnudagin 31. mars skulu vit aftur seta klokkuna ein tíma fram, frá vetrartíð til summartíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder